Annað

Maður bløddi og var vitleysur

Klokkan 23:38 í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður bløddi og var vitleysur.

2025-10-13 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Maðurin var ávirkaður av hendingini, og av rúsdrekka, og tí hevur løgreglan ikki fingið tosað við mannin. Av løgreglustøðini verður upplýst, at talan møguliga er um harðskap, men kunnu tey ikki útloka, at maðurin er dottin. Maðurin var fluttur á Landssjúkrahúsið.

Løgreglan vil hoyra frá fólki, sum hava verið við Tórshøll millum klokkan 23:30 og 24, sum hava upplýsingar um hendingina.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder