Politikkur

Einki fólk á skeið í rottutýning

Seinni í mánaðinum skipar Umhvørvisstovan fyri skeiði á Hotel Hafnia í rottutýning. Í Sunda kommunu hava vit, eins og flestu borgarar vita, sera stórar avbjóðingar við rottu runt allar bygdirnar. Vit hava 36 hagapartar, umframt eina rúgvu av grannahagum. Vit royna á besta hátt at samstarva við grannakommunur og jarðareigarar, men avbjóðingin av rottu er sera stór.

2025-10-10 21:26 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Fyri at umsita og varða av rottukassum, eituri og øðrum, verður kravt løggilding við nýggju lóggávuni. Løggildingin fæst bert við at luttaka á skeiðinum, ella við at luttaka á líknandi skeiði í til dømis Danmark. Skrivað verður í lýsingini, at skeiðið m.a. er viðkomandi fyri húsavørðar og tey, ið varða av spillvatnsskipanunum, fyrisitingini og aktingarfólki.

Skeiðið er frá 20.-23. oktobur. Senda vit fimm fólk á skeið merkir hetta 20 arbeiðsdagar á feltinum, ið høvdu verði væl brúktir. Skeiðið er skipað sum eitt vistarhaldsskeið, so vit SKULU gjalda fyri hotelkamarið, eisini um tað stendur tómt allar dagarnar, tí arbeiðsfólkini velja at sova heima. Havi verið í samskifti við Umhvørvisstovuna, men tað er ikki møguligt at velja skeiðið til uttan gisting. Upphæddin er 12.500kr. per luttakara, umframt at fólkini eru á skeið við løn.

Sunda kommuna ynskir at gera eitt miðvíst arbeiði fyri at týna rottu, og at man felags kommunalt fer at leggja eina ætlan fyri allar Føroyar, skipað á tey ymisku lokalu økini, so vit veruliga fara undir at týna rottu, heldur enn at gjalda fyri tóm kømur á gistingarhúsunum.

Av omanfyri nevndu orsøkum fer einki fólk frá Sunda kommunu á skeið í rottutýning hjá Umhvørvisstovuni seinni í mánaðinum.

Eyðstein Zachariasen
Borgarstjóri, Sunda kommuna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder