Annað

Fimm mans veðurfastir á Miðvágsurð

Vóru eftir hornaseyði í gjár

Savnsmynd frá 2023

Savnsmynd frá 2023

2025-10-13 07:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár vóru menn eftir hornaseyði á Miðvágsurð, sum er norðantil í Vágum. Vakthavandi á løgreglustøðini upplýsir, at fimm mans hava verið veðurfastir har í nátt. Veðrið versnaði meðan teir vóru á Urðini, og sluppu teir tí ikki umborð á bátin aftur. 

Veðrið og myrkur gjørdi, at tyrlan ikki kundi fara eftir teimum, og tí fór bjargingarbáturin Sverri norður til mennirnar við heitum klæðum, mati og drekka. Sverri fór av Miðvági á midnátt og var aftiur á Miðvági kl. 3 í nátt. Í morgun verður støða tikin til, hvussu mennirnir skulu sleppa til húsa aftur. 

Vakthavandi leggur afturat, at allur seyðurin er komin heim. Um teir fingu allar aftur vita vit ikki, men 11 hornaseyðir vórðu sleptir á Urðina í vár.

[object Object]

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder