2018-04-07 16:52

Frystitrolarin Sjúrðarberg er til fiskiskap í norskum sjógvi. Sjúrðaberg fór til fiskiskap tann 7. mars, og hava teir nú fingið góð 720 tons av kruvdum og avhøvdaðum fiski, sum teir hava fryst. Sjúrðaberg lastar 750 tons.
Tað vóru 17 mans við hendan túrin, skipari var Ásmund Olsen.
Vit hava í dag fingið hetta filmsbrotið frá Jóannes Olsen, sum er umborð á Sjúrðabergi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald