???Og [Jesus] segði: ???Hvat skulu vit líkna Guðs ríki við, ella í hvørjum líknilsi skulu vit sýna tað fram? Tað er eins og eitt sinopskorn, sum, tá ið tað verður sáað í jørðina, er minni enn øll onnur frækorn á jørðini; men tá ið tað er sáað, rennur tað upp og verður størri enn allar urtirnar og fær stórar greinar, so at himmalsins fuglar kunnu byggja reiður í skugganum av tí,??? Markus kapittul 4.
Teir tjúkku 3000 ára gomlu viðarbularnir, sum finnast í statum í USA, eru vaksnir upp av lítlum sinopskornum, ið vóru løgd í jørðina 1000 ár, áðrenn Jesu føðing. Teir standa har enn. Bulurin er so tjúkkur, at tað skulu 12 menn haldandi í hondina á hvørjum øðrum fyri at røkka runt um træið.
Tað lítla sinopkornið verður lagt í jørðina, og veksir upp til eitt stórt træ við einum veldigum leyvskrúð, har himmalsins fuglar kunnu byggja sær reiður. Soleiðis er Jesu líknilsi um Guðs ríki ??? tað risastóra, ið kemur av tí pinkulítla.
Eisini sigur tað frá verju og tryggleika. Tætta leyvið er skuggi hjá djórini, sum eta grasið við tess rót. Tað hýsir flokkum av fuglum, ið finna føði og flúgva til og frá, og byggja reiður millum greinarnar. Eitt træ er sum eitt stórt ríki, har eingin líðir neyð. Um sólsetur tagna fuglarnir. Ein tigandi flokkur søkir sær hvíld fyri náttina undir bløðunum á trænum, sum er rótfest í moldini í Guðs grønu jørð.
Jesus talaði ofta í myndum og líknilsum. Í tekstinum sigur hann frá einum sinopskorni, sum gerst eitt veldiga stórt træ. Hann samanber tað við Guðs ríki.
Hvat vil hann siga?
Guðs ríki trinur fram sum lítið og veikt. Men mátturin, sum er í tí, vil gera øll ovfarin sum fáa eyguni upp fyri tí. Hetta ríki er heilt ymiskt frá øðrum ríkjum. Tað er ósjónligt, og varir í allar ævir.
Einki gandakent er við tí, her er Kristus kongur. Har er einki kríggj, bara friður, eingin sorg, bara gleði, ongar sjúkur, øll eru frísk, eingin deyði, bara lív, einki hatur, bara kærleiki, eingin ótti, bara trúgv og álit. Tað er eitt ríki, har leyvan leggur seg niður við liðina á lambinum, har barnið spælir við eiturormin, har úlvurin etur saman við seyðinum, ikki etur seyðin. Hetta verður rópt Guðs ríki. ??ll trúgvandi kristin eru borgarar har. Jesus Kristus er kongur teirra.
Hetta er eitt ríki sum kemur. Íbønini Faðirvár lærdi Jesus okkum at biðja: ??? Komið ríki títt!??? Bønin sigur at Guðs ríki er nakað, sum kemur. Samstundis er nakað, sum kom við Jesusi.
Guðs ríki er ikki kirkjan. Kirkjan er ikki Guð ríki. Jesus boðaði evangeliið um ríkið, ikki evangeliið um kirkjuna. Men Guðs kirkjulið skal vitna um Guðs ríki fyri øllum fólkasløgum.
Frá tí pinkulítla til tað veldiga.Jesus leggur dent á evnini í tí lítla sinopskorninum til á undurfullan hátt at vaksa til ein runn so høgan og breiðan at hann gerst eitt træ. Røtur, blómur, fruktir, soleiðis er raðfylgan fyri tey sum hoyra til sinopskornsfamiljuna. Sterkar røtur geva vakrar blómur, sum aftur framleiða frukt til ein svangan heim. Ofta sæst at trø, sum bera tær bestu frukirnar, eru tær sum hava verið gjøgnum harðastu vetrastormarnar.
Sinopskornið er lítið og verður til nakað stórt. Betlehem var ein litil bygd. Nasaret eisini. Golgata var eitt pinkulítið stað í einum pinkulítlum landi. Tað var einki serligt við yrkinum at vera timburmanssonur ella útróðrarmaður ella ein, sum kravdi inn skatt fyri keisaran. Tað lítla sinopskornið, ið var sátt av Jesusi og lærusveinum hansara fyri 2000 árum síðan, kendist ikki serliga lovandi. Tað lítla leggja vit sum oftast ikki merkið til. Men sinopskornið vísir okkum, hvussu stóran týðning tað, ið smátt er, kann hava. Vit hava Messias, sum er føddur í einum fjósi. Vit hava ein kong sum reið inn í býin á einum asna. Vit hongdu kongin á ein kross. Men vit breiddu út evangeliið um allan heimin við nøkrum fáum útróðrarmonnum og tollarum. Guð vil ikki brúka okkara arbeiðsháttir at fremja evangeliið.
Tá ið Jesus segði: ???Ríki mítt er ikki av hesum heimi???, tosaði hann um himmiríki. Men himmiríki er av øðrum tilfari enn hesin heimur er gjørdur av. Her í verðini er tað, ið gjørt verður úr træ, stáli og sementi tað týðnigarmesta tilfari. Jesus sær lívið frá heilt øðrvísi sjónarmiði, og í tí liggur Guðs ríki.
Guðs børn búgva í tí ríki, sum er vaksi upp frá einum sinopskorni. Frá tí pinkulítla til tað ovurhonds stóra. Frá frækorninum til eitt veldigt træ. Eins og fuglar av øllum sløgum og úr øllum ættum byggja sær reiður í tí veldiga trænum, skulu Guðs børn úr øllum ættum og fólkasløgum eiga bústað í Guðs æviga ríkið.
John S. Myllhamar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald