Mentan

Siloakórið útikonsert við Mentanarhúsið

...

2020-05-20 06:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hósdagin, 21. mai, tað erKristi himmalsferðardag, kl. 17 hevur Siloakórið útikonsert við Mentanarhúsið í Fuglafirði.

Kórið, ið er knýtt at samkomuni í Siloa, hevur mong ár á baki og hevur sínar regluligu venjingar eina ferð um vikuna.

Eins og við øllum øðrum slíkum virksemi, so hava venjingarnar hjá Siloakórinum eisini verið av ongum, meðan corona-sóttin hevur herjað. Men síðani myndugleikarnir loyvdu, at 50 fólk kundu savnast, hevur kórið havt nakrar fáar venjingar. Tað er Eyðun á Lakjuni, sum stjórnar.

Kórið fer at syngja í ein tímans tíð saman við lítlum orkestri og solistum. ??tlanin var at syngja til páskastevnuna á Kambsdali, ið varð avlýst, so ivaleyst verður onkur páskasálmur at hoyra.

Veðrið hevur alt at siga, um slíkt tiltak skal eydnast til fulnar, og verður tað ikki til vildar, verður farið innum ??? og sjálvandi verða tilmælini frá myndugleikunum hildin.

Konsertin er sum sagt Kristi himmalsferðardag kl. 17.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder