Sig frá ??? í kvøld í Suðuroy!
Í kvøld, týskvøldið 1. apríl, verður almennur, kunnandi
fundur um harðskap í Skúladeplinum í Suðuroy.
Hetta er seinasta tiltakið í røðini av almennum fundum, sum
Almannamálaráðið hevur skipað fyri at kunna um arbeiðið at steðga harðskapi í
familjum. Á skránni eru ymiskir fyrilestrar, sum á einhvønn hátt viðgera hetta
evnið.
Ferðast hevur verið um alt landið, bæði í fjør og í ár, og
undirtøkan hevur verið góð ??? rættiliga nógv fólk hava verið á fundunum og hava
eisini givið sítt íkast við viðkomandi spurningum og kjaki.
Á fundinum í Suðuroy í kvøld fer Sirið Stenberg,
heilsuførðingur at greiða frá um børn og harðskap. Súsanna Nordendal,
løgfrøðingur í Almannamálaráðnum, tosar um fráboðanarskylduna, sum vit øll
hava, um vit gerast stúrin um eitt barn. Og Mariann Reinert, SSP-politistur,
sigur frá sínum arbeiði. Hon vitjar regluliga allar 9. flokkarnar í miðstaðarøkinum,
og prátar við tey um harðskap.
At enda eru stundir til spurningar og kjak, og hetta høvið
hevur fundarfólkið eisini nýtt:
-Fólk eru íðin at koma við spurningum og við sínum íkasti
til kjak, og tað er sera hugaligt, sigur Elin Winther Poulsen, samskipari.
Kunnandi fundirnir eru partur av arbeiðinum við
Heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum.
-Eitt tað týdningarmesta í arbeiðinum at basa harðskapi í
familjum, er júst at kunna og upplýsa, heldur samskiparin, sum tí vónar, at
fólk møta fjølment til tiltøkini.
Fundurin í Suðuroy í kvøld verður í Skúladeplinum og
hann byrjar klokkan 19.30.
Hesin fundur er samstundis hin seinasti á hesum sinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald