JN

Sig frá ??? í kvøld í Norðdepli

...

2014-03-18 20:34 Author image
placeholder

Í kvøld, týskvøldið 18. mars, verður almennur, kunnandi fundur um harðskap í Skúlanum á Fossánesi.

Aftur í ár skipar Almannamálaráðið fyri almennum fundum at kunna um arbeiðið at steðga harðskapi í familjum. Á skránni eru ymiskir fyrilestrar, sum á einhvønn hátt viðgera hetta evnið.

Higartil hava fundir verið í Fuglafirði, á Eiði, í Vestmanna og í Leirvík. Í kvøld verður so farið til Norðdepils. Undirtøkan hevur verið góð ??? rættiliga nógv fólk hava verið á fundunum og hava eisini givið sítt íkast við viðkomandi spurningum og kjaki.

Á fundunum greiðir sálarfrøðingur frá um børn og harðskap. Súsanna Nordendal, løgfrøðingur í Almannamálaráðnum, tosar um fráboðanarskylduna, sum vit øll hava, um vit gerast stúrin um eitt barn. Og Mariann Reinert, SSP-politistur, sigur frá sínum arbeiði. Hon vitjar regluliga allar 9. flokkarnar í miðstaðarøkinum, og prátar við tey um harðskap.

At enda eru stundir til spurningar og kjak, og hetta høvið hevur fundarfólkið eisini nýtt:

-Fólk eru íðin at koma við spurningum og við sínum íkasti til kjak, og tað er sera hugaligt, sigur Elin Winther Poulsen, samskipari.

Kunnandi fundirnir eru partur av arbeiðinum við Heildarætlanini um harðskap í parløgum og nærsambondum.

-Eitt tað týdningarmesta í arbeiðinum at basa harðskapi í familjum, er júst at kunna og upplýsa, heldur samskiparin, sum tí vónar, at fólk møta fjølment til tiltøkini.

Fundurin í Norðdepli verður í Skúlanum á Fossánesi og hann byrjar klokkan 19.30.

Hesin fundur er samstundis hin næstseinasti á hesum sinni. Tann seinasti verður í Skúladeplinum í Suðuroy um eina viku, týskvøldið 1. apríl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder