Mentan

Sidney á listavegginum hjá Betri í Miðvági

...

2020-10-06 14:51 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í oktober hevur Sidney Sindahl Olsen fotoframsýning á deildini hjá Betri í Miðvági.

Sidney er kendur sum tann stóri náttúruelskarin.Hann trívist best uppi í fjøllunum, har hann gongur túrar vetur sum summar.

Sidney hevur alsk fyri fuglalívinum og vakurleikanum úti í náttúruni. Eisini nýtir hann nógva tíð at tjalda og fiska síl á vøtnunum í Vágum, hagani hann eisini hevur tikið nakrar av sínum myndum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder