2020-10-26 16:06
Seyðasýning 2020
Seyðasýningin verður í rættini hjá sundsmonnum leygardagin 31 okt.
Sýningin byrjar kl 10.00 og øll eru vælkomin.
Vága komuna stuðlar tiltakinum.
Skráin fyri dagin er hendan:
10.00 Seyðasýningin byrjar
12.00 Smyrjibreyð, kaka, kaffi og te verður at fáa
15.00 Helgi í Brekkunum, seyðamaður, granskari og rithøvudur kemur at hava fyrilestur um seyðahald fyrr og nú.
15.45 Seyðasýningin fer í gongd aftur
17.00 Heit suppa og okkurt kalt afturvið verður at fáa
19.00 Steypahandan
Sýnismenn: Arnjohn, Kjeld og Ellef.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald