JN

SEV og týsk fyritøka fara undir sjóvarfalsroyndir

...

2014-01-24 23:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

SEV og stóra, týska fyritøkan, Voith, hava avtalað at gera royndir við sjóvarfalsorku. Samstarvið ber í fyrstu atløgu við sær, at Voith ætlandi setur eina sjóvarfalsturbinu upp á havbotninum á hóskandi stað í Føroyum.


SEV og týska fyritøkan, Voith, fara í felag at gera royndir við sjóvarfalsorku í Føroyum. Samstarvsavtalan millum SEV og týska felagið hevur m.a. við sær, at Voith ætlandi setur eina av sínum sjóvarfalsturbinum upp á havbotninum í streymasjógvi, har streymviðurskiftini eru hóskandi til at vinna orku burtur úr sjóvarfallinum.

-Samstarvið er eitt stig á leiðini at brúka sjóvarfallið sum eina nýggja orkukeldu í Føroyum. SEV fegnast um møguleikan at fáa meiri vitan um hendan orkuformin í samstarvi við ein stóran, royndan leikara á økinum. Hetta er eisini í samsvari við grønu kósina hjá SEV at minka oljunýtsluna so nógv sum gjørligt, sigur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður í SEV.

Sjóvarfalsorka er mest støðuga orkukeldan á okkara leiðum, tá talan er um varandi orku, tí tað ber altíð til neyvt at spáa um, hvussu hart rákið verður kring oyggjarnar.

Avtalan er eisini ein roynd at víðkað granskingarsamstarvið innan sjóvarfalsorku mótvegis útheiminum, eftir at SEV seinastu tíðina hevur samstarvað við Uffa Bærentsen, sum hevur roynt eina sjóvarfalsturbinu í Vestmannasundi. Tað samstarvið heldur fram, hóast Voith nú eisini er inni í myndini.

Voith er gomul týsk fyritøka, sum var stovnað í 1825. Voith framleiðir í høvuðsheitum tól og útgerð til orkuframleiðslu og endurnýtslu. Eitt nú hevur SEV keypt meginpartin av sínum vatnturbinum frá Voith.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder