2018-05-04 11:17
LV skrivar::
HÁTÍÐARL??TA: Nú komið er á mál við partinum av umbyggingini av Sjóvinnuhúsinum í Havn, Landsverk sum byggiharri, bjóðaði í morgun til almenna móttøku í bygninginum.
Umbyggingin av tí partinum av Sjóvinnuhúsinum, sum Fróðskaparsetrið skal halda til í, er nú liðug. Tað vil siga onnur, fjórða og fimta hædd, har Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum longu eru fluttar inn.
Umframt skúlastovur og bólkarúm eru skrivstovur, fundarhølir og allir teir fasilitetir nú til staðar, sum skulu til fyri at skapa eitt gott lestrarumhvørvi. Millum annað eisini fyrilestrarsalur og ein matstova.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald