Vinna

Sermiliq2 farin á rækjuveiðu

...

2014-03-16 20:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sermiliq2, sum er heimahoyrandi í Hósvík, er farin á rækjuveiðu, teir fóru avstað í gjár, og leiðin er løgd ímóti Svalbard, har føroysku rækjuskipini - Arctic Viking og Havborg royna.

Teir hava riggað Sermiliq2 til í eina tí, eisini hava teir verið úti og roynt greiðirnar og trolspølini í 2 døgn, teir vóry eystanfyri.

Tað er long leið at sigla til Svalbard, tí verður Sermiliq2 ikki á fiskileið fyrrenn seinnapartin í vikuni.

??lavur Nolsøe verður eisini riggaður til at fara á rækjuveiðu, nær hann verður klárur vita vit ikki. ??lavur Nolsøe liggur í Havn, hjá MEST, har ymiskt viðlíkahaldsarbeiðið verður gjørt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder