2014-05-26 16:35
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið gjørdu fríggjadagin í farnu viku, hin 23. mai, semju um nýggjan 2-ára sáttmála fyri maskinmeistarar í starvi á landi.
Semja hevur við sær eina lønarhækking á 1,63 % 1. juni í ár, og 2,25 % 1. juni 2016. Eisini hækkar eftirlønin við 0,44 %, soleiðis at hon nú er 15 %. Semjan er sostatt á sama støði, sum semjan við arbeiðarafeløgini, sum varð gjørd fyrst í mai.
Føroya Arbeiðsgevarafelag og Maskinmeistarafelagið gjørdu eisini avtalu um fráboðanarfreist.
Kelda: Vinnuhúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald