Ítróttur

Selvig heldur fram í Kollafirði

...

2014-05-05 03:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Vit hava í kvøld fingið váttað frá KÍF, at toppskjúttin hjá teimum, Nicklas Selvig, heldur fram í Kollafirði eitt ár afturat.

Tá ið vit spyrja Selvig hví hann júst tekur KÍF svarar hann: 
Eg føli at eg havi enn nakað at geva KÍF bæði á vøllinum og uttanfyri vøllin, og tað er eitt deiligt felag, har man virkuliga følur at man verður virðissettur fyri tað arbeiði man ger, eisini eru tað nøkur heilt ótrulig fólk í felagnum og í Kollafirði, sum ger tað trupult fyri meg at taka til nakað annað stað í Føroyum. Og nú tá ið vit hava vunni FM tvey ár á rað, so kundi tað veri stuttligt at prøva, at vera við til at vinna tað aftur, so KÍF fekk steypið til ognar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder