2018-04-19 21:02
Í samband við Savnsfagnaðin í Vágum 20. til 22. apríl, verður ein forkunnug listaframsýning í Listastovuni.
Tað hevur eydnast fyrireikarunum av Savnsfagnaðinum í Vágum at samla saman ein hóp av áhugaverdum Mikines-málningum. Hesir málningar verða vístir fram á eini forkunnugari listaframsýning í Listastovuni í Miðvági.
Tað verður møguligt at síggja hesa framsýning ímillum 14.00 og 17.00 leygardagin og sunnudagin. Tað er ókeypis at koma inn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald