Fáið eina uppliving fyri lívið í Vágum vikuskiftið 20. 21. og 22. apríl !!!
Tá skipa øll søvnini í Vágum fyri rimmar tiltaki, har fokus verður sett á mentanarskattin í Vágum.
Fólk hava tikið lógvatak og ment eitt mergjað tiltak, bæði til gamans og álvara. Vit vóna, at fólk koma fjølment at njóta forkunnugu skránna. ??ll tiltøk eru ókeypis.
Í sambandi við Savnsfagnaðin hava handlar, matstovur og kaféir serligar upplatingartíðir.
Eitt av høvðustiltøkunum á Savnsfagnaðinum verður eitt serligt upplivingartiltak, har áskoðarin verður tikin við inn í heimin hjá prestakonuni Beintu. Hon man vera ein tann kendasti søguligi persónurin úr Vágum, sum søgur í fleiri enn tríhundrað ár hava gingið um. Nógvar eru sagnirnar um hana. Teirra lýsingar av Beintu eru ymiskar, men tær hava allar eitt til felags: Beinta sjálv hevur ongantíð orðið.
Tiltakið byrjar við einum sight-specific gongutúri í fótasporunum hjá Beintu, har Lydia Laksafoss greiðir frá. Lydia Laksafoss hevur gjøgnum árini granskað í søguni um Beintu og funnið fram søgulig skjøl, sum finnast um hana.
Gongutúrurin endar í Listastovuni, har Annika Johannessen, sjónleikari, framførir sjónleik um Beintu. Hon sigur okkum eina søgu um, hvussu Beinta sjálv upplivdi sítt lív, sínar kringumstøður, sínar menn, síni børn, sínar vinir og sínar fíggindar.
Afturat serliga sjónleikarliga upplivingartiltakinum hevur Savnsfagnaðurin eitt margfeldni av upplivingum við støði í søguligum tilfari: Søguligir gongutúrar, bæði kendar og serstakar framsýningar, fyrilestrar og frásagnir. Næmingar í Skúlanum á Giljanesi sýna fram ymisk evni, teir hava arbeitt við. Evnini eru m.a.: Hans Andreas Djurhuus, sjórænarar, dukkusjónleikur um Eyðanstovuskipið, Seyðamaðurin á Sondum og ymiskar sagnir.
Av brellbitum úr skránni, kunnu vit avdúka:
Framsýning av Mikinesmálningum, turking av klippfiski, kvøldseta, tilvirking av ull, felagssangur o.a.
Skráin fyri Savnsfagnaðin sæst her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald