Vinna

Sáttmálin við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið undirskrivaður

...

2018-03-22 14:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Starvsmannafelagið skrivar:

SEMJA: Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, hava í dag undirskrivað nýggjan 2-ára sáttmála fyri tey, sum arbeiða hjá kommununum, SEV og IRF. Sáttmálin er á sama stigi sum seinasta semja við Fíggjarmálaráðið

Karmurin er tann sami, sum í sáttmálanum við Fíggjarmálaráðið fyri sama tíðarskeið. Eins og hjá landinum er lønarhækkingin í krónum, heldur enn prosentum.

Sáttmálin er galdandi frá 1. oktober 2017 til 1. oktober 2019. Fyrra árið hækkar mánaðarlønin hjá øllum 633 krónur og 1. oktober í ár hækkar mánaðarlønin aftur 754 krónur.

Umroknað til prosent hækkar mánaðarlønin 2,3 % fyrr árið og 2,5 % tað seinna.

Løn undir sjúku

Starvsmannafelagið fegnast um, at tað í sáttmálanum við KAF hevur eydnast at tryggja dagrøktarunum løn undir sjúku. Hettar eru rættindini, sum allir aðrir limir í sáttmálanum hava havt.

Dagrøktararnir hava higartil verið vístir til sjúkradagpengaskipanina, tá ið tær eru blivnar sjúkar. Harumframt við einum ískoyti frá arbeiðsgevaranum.

Við hesum fáa dagrøktararnir fulla løn undir sjúku og verða javnsettar við øll onnur í okkara sáttmálaøkjum.

Eftirlønin

Í semjuni við Fíggjarmálaráðið í heyst varð ásett, at eftirlønin hjá teimum, sum arbeiða eftir sáttmálanum við Starvsmannafelagið skal vera í tryggingarfelagnum LÍV. Hervið varð verandi rættarstøða beinleiðis staðfest í sáttmálanum.

Tíverri fekst sama orðing ikki í semjuna við KAF, tí hettar vildi kommunali og interkommunali arbeiðsgevarin ikki góðtaka.

Starvsmannafelagið metir tó, at við galdandi sáttmálaorðing ber ikki til at tekna eftirlønartryggingar hjá øðrum tryggingarfelag enn LÍV. Tí hettar er einasta skipan, felagið hevur góðkent í sattmálaøkinum og hevur heldur onga ætlan um at góðkenna aðrar skipanir.

Okkara greiða meting er tí, at rættarstøðan er óbroytt hesum viðvíkjandi.

Í semjuni hava partarnir avtalað, at teir skulu skipa fyri einum felags átaki, at kunna kommunalu og interkommunalu arbeiðsgevararnar um eftirlønarviðurskiftini hjá starvsfólkum sum eru limir í Starvsmannafelagnum.

Aðrar broytingar

Sáttmálin við KAF er eisini broyttur, so at hann nú eisini hevur aðrar nýggjar ásetingarnar, sum komu við í sáttmálan við FMR í heyst.

Hetta er fyri tað fyrsta ein betri skipan við løn í sambandi við barnsferð.

Harumframat fáa starvsfólkini eitt eyka lønarstig fyri at vera álitisfólk. Afturfyri minkar talið á álitisfólkum í kommununum og interkommunalum felagsskapum við fýra álitisfólkum.

Stígur kom í samráðingarnar millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelag í vetur, eftir at trupulleikar tóku seg upp í lønarsamráðingunum millum Fíggjarmálaráðið og onnur fakfeløg.

Hetta er orsøkin til at tað hevur tikið so langa tíð at fáa semjuna í lag við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hesaferð.

Lesið semjuna við KAF, sum er viðfesther.

Her eru nakrar myndir, tá ið Annika Olsen, forkvinna í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum og Súni Selfoss, formaður í Starvsmannafelagnum undirskrivaðu semjuna í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder