JN

Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og arbeiðarafeløgini byrja hesa vikuna

...

2014-03-31 18:59 Author image
placeholder

Seinni í vikuni, hósdagin 3. apríl, fara Føroya Arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini at handa hvørjum øðrum krøvini til sáttmálarnar partanna millum, nú teir ganga út 1. mai í ár. Tey fimm arbeiðarafeløgini eru Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

Samráðingarnar verða skipaðar við samráðingarfundum millum partarnar inntil 1. mai, tá sáttmálin gongur út, og nýggjur skal koma ístaðin.

Samráðingarnar um sáttmálarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í nýggju samráðingarrunduni hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag. ??rslitið av hesum samráðingum er týdningarmikið fyri alla samráðingarrunduna, tí tað eru hesar samráðingar, sum leggja karmin. Hesar samráðingar eru sostatt grundarlagið undir øllum teimum fylgjandi samráðingunum í hesi samráðingarrunduni. Hvussu langar samráðingarrundurnar eru, er tengt at, nær sáttmálarnir ganga út, men vanliga er hetta 2 ár.

Samráðingarnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag við arbeiðarafeløgini verða førdar av nevnd felagsins saman við umsitingini. Samráðingarleiðari er Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Kelda: Vinnuhúsið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder