Vinna

Sands kommuna brynjar seg til framtíðina

...

2018-02-28 14:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Lisitatión hevur í morgun verið á Kommunuskrivsstovuni, viðvíkjandi nýggju útstykkingini uppi á Vatnsryggi.

??tstykkingin fevnir um 13 grundøkir, við atkomu og øllum veitingum.
Arbeiðið varð boðið út sum undirhondsboð, og vóru tað J & K Petersen og Articon sum bjóðaðu.
Kommunan hevði mett at arbeiðið kundi gerast fyri 4.246.000 kr umframt MVG.
Boðið frá J&K Petersen ljóðaði uppá 6.995.000 kr umframt MVG, og boðið frá Articon ljóðaði uppá 3.852.000 kr umframt MVG.
Mett verður at tað tekur hálvt ár at gera arbeiðið liðugt.
Kommunan er nú farin í holt við at eftirkanna tilboðini, og miðað verður eftir at kommunan tekur avgerð í málinum í mars.

Kelda: Sands kommuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder