Politikkur

Sandoyartunnilin á eykajáttanarlógini

...

2013-08-02 22:38 Author image
placeholder

Í uppskotinum til eykajáttanarløgtingslóg fyri juli 2013, sum Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum hevur lagt fyri løgtingið, er 1 mill. avsett til Sandóyartunnilin.

Almennar viðmerkingar

Hjálagt er triðja eykajáttanaruppskot frá landsstýrinum í fíggjarárinum 2013. Uppskotið er útreiðsluneutralt.

Játtanirnar kunnu útgreinast soleiðis á játtanarsløg:

??? Stuðulsjáttan 1,0 mió. kr.

??? Løgujáttan -1,0 mió. kr.

Á § 15 Innlendismál verður biðið um útreiðsluneutrala játtan. Biðið verður um, at játtanin til Nýggjar landsvegir verður lækkað við 1 mió. kr., soleiðis at játtast kunnu 1,0 mió. kr. til nýggja høvuðskontu P/F Sandoyartunnilin.

Argir, tann 25. juli 2013

Jørgen Niclasen landsstýrismaður

/ Bjarni Askham Bjarnason

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder