Mentan

Sandoyarstevnan verður í Húsavík um vikuskiftið

...

2021-07-01 16:12 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Stevnan skiftir ímillum bygdirnar, og skuldi vera í Húsavík í fjørð, men bleiv tá avlýst orsaka av Korona, men nú verður stevnan hildin.

Tað er Ungmannafelagið Sólarris, sum skipar fyri, og skráin fyri stevnuna er komin. Hon er rúgvusmikil við nógvum tónleiki og nógvum tiltøkum fyri bæði børn og vaksin.
Sandoyarstevnan verður sett fríggjakvøldið kl 18.30 á Stórastovutúni. Tað verður Jákup Sørensen, ið setir stevnuna og ítróttarfólk í oynni ganga skrúðgongu. Aftaná verður grillað í Niklasagarði - tað er millum kirkjuna og Stórastovutún. Har verða eisini tvær konsertir, onnur við Fríða Sigmundsson og hin við Hanus G. Johansen.
Skráin leygardagin byrjar kl 11.00 við áartuski. Fyrireikarirnir siga soleiðis um áartuskið:
"Leiðin til áartuskið er løgd, og vit kunnu uttan iva lova, at tey luttakandi verða bæði skitin og vát. Túrurin er gjøgnum áir, veitir, rør, eftir sandinum, á sjógv og í mýrilendi.
Tiltakið er fyri øll. Tey, ið ynskja at kappast, fara fyrst avstað, men eisini ber til at njóta túrin - um mann kann njóta tað at aka í bleytum og vátligum lendi.
Umráðandi er at vera í klæðum, ið tit ikki eru sart um."
Leygardagin verður eisini sjódypp við sauna og hitapotti, tivoli, sigling við gummibátum, kondibingo og barnatiltøk á vøllinum.
Leygarkvøldið verða aftur konsertir við Inga Poulsen og Danny Baldursson, Ester Kristiansen og við Janus Viberg. Á midnátt verður felagssangur og midnáttarrøða. Tað er Eyðna Magnussen sum heldur midnáttarrøðuna, og aftaná spæla FourMENh til dans.
Sunnudagin byrjar skráin við Gudstænastu í kirkjuni, har The Gadders eisini fara at syngja. Seinnapartin verður gongutúrur við frásøgufólki runt bygdina, og tivoli og kaffistovan eru opin.
Stevnuskráin endar við útimøti kl. 17.00. 

Skrá:
Fríggjadagur 2. juli
Kl. 17.00 ???Biografur í Sólarris fyri børnini
Kl. 18.30 ??? Skrúgonga við ítróttarfólkunum í oynni Jákup Sørensen setur stevnuna heima á Stórastovutúni
Kl. 19.30??? Grillin tendrar í Niklasagarði, stevnuburgari, sodavatn, øl, cider, kaffi, te, tombola, o.a. til keyps
Kl. 19.30 ???Konsert við Fríða Sigmundsson í Niklasagarði
Kl. 20.30 ??? Konsert við Hanus G. Johansen í Niklasagarði
Leygardagur 3. juli
Kl. 11.00 ???Áartusk, luttøkugjald er keyp av atgongumerki
Kl. 11.00 ???Sjódypp við sauna og hitapotti
Kl. 15.00 ???Kaffistovan letur upp
Kl. 15.00 ???Tivoli letur upp
Kl. 15.00 ???Hoppiborgir
Kl. 15.00 ???Sigling við gummibátum í ánni (um veðrið er til vildar)
Kl. 15.00 ???Tombola
Kl. 15.00 ???Kondibingo, plátur kunnu keypast í Sólarris, selt verður til onki er eftir
Kl. 15.00 ???Kapping í kassastáplan
Kl. 16.00 ???Barnatiltøk á vøllinum
Kl. 17.30??? Konsert við Inga Poulsen og Danny Baldursson
Kl. 18.00 ???Stevnubúffar í stóra tjaldinum
Kl. 19.00 ???Konsert við Ester Kristiansen
Kl. 20.30 ???Konsert við Janus Wiberg
Kl. 22.00 ???Linedansur
Kl. 24.00 ???Felagssangur og miðnáttarrøða við Eydnu Magnussen
Aftaná verður dansur við FourMENh

Sunnudagur 4. juli
Kl. 12.00 ???Guðstænasta við presti, The Gadders syngja.
Kl. 15.00??? Kaffistovan letur upp
Kl. 15.00???Tivoli letur upp
Kl. 15.00??? Søguligur gongutúrur við frásøgufólki Byrjað verður við Sólarris
Kl. 17.00??? ??timøti við Missiónshúsinum í Skopun
Kostnaður 100 kr. fyri hvønn (3 ár og eldri) Atgongumerkið er galdandi fyri dagarnar 3-4. juli, og alt er íroknað uttan kondibingo, tombola, matarsøla, drykkivørur og dansur. Atgongumerkið er samtíðis lutaseðil til drátt um iPhone 12

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder