Politikkur

Sandoy og Suðuroy er tornin í eyganum á tjóveldisupprørðarunum

...

2013-09-04 18:53 Author image
placeholder

Tað var løgin kensla, at hoyra Høgna Hoydal í debatini við løgmann.

Har bleiv eg, ímillum hinar Sandoyar-tingmennirnar, lagdur undir at vera mutraður.

Verturin lat hann bara seta hesar fúlu ákærir, uttan at biðja hann útdýpa tað.

Høgni Hoydal

Kallar tú tað fyri mutur, at eg sá ein møguleika at fáa Sandoyartunnilin, um tú heldur tað, ja so er í lagið.

Eg fekk so staðfest at tjóveldishøvdingurin vildi einki fast samband til Sandoynna.

Nei einginhevur mutrað meg, men eg sjálvur sá møguleikan við, at eysturoyartunnilin var privatur og tað alemma gjørdi sandoyartunnilin.

Men eg vísti á, at Rættarnevndin var ikki liðug við sítt arbeði og tað er hon ikki enn, so man veit einki hvat hendur.

Men einki er krógvaHøgni Hoydal, so tú er nokk so grovur, tá tú leggur onnur undir mutur.

Alt tað sumeg havi tosað við samgongufólk um, tolur dagsins ljós.

Hetta var møguleikin, at fremja sandoyartunnilin, men er tað helst lorka burtur, tí menn fingu kaldar føtur og vantaðu at verða fýrdir av rókini.

Tað sum er sagt um møguleigan fyri at bjarga Sandoy er

1. Gera P/f Sandoyartunnilin beinanvegin, við einari millión

2. Koma í tíngið við eykajáttan og biðja um 150 milliónir at koyra í Sandoyartunnilin.

3. Allar kjarnuboringar lidnar í 2014.

4. Byrja í seinasta lagi í 2015 á bora.

5. Síðan tekur samferðsluætlanin við.

Men mín vinur, hetta toldu tit ikki og tað var tað sum koppaði eysturoyartunnlinum, tí Sandoy og Suðuroy er tornin í eyganum á tjóveldisupprørðarunum í Føroyum.

26 tingfólksamtyktu eysturoyartunnilin privatan, so tað var tingsins vilji.

Men Høgni Hoydal, hvat sigur tú til, at tú hevur verið skipari á at ræna tað fíggjarliga grundarlagið undan Føroyingum, hevði tú nakra samtyka frá Føroya fóklið, at tað var í lagi.

Hví klórast og klandrast fólkið? Tí tá krubban er tóm, tá bítast hestanir og tað eigur Tjóðveldi tøkkina fyri.

Hvør er ábyrgdarmaðurin til tann ivasama heiðurin, jú Tjóðveldishøvdingin Høgni Hoydal.

Nei tit gevast ikki fyrr enn Føroyingurin liggur við tærablæðnum í munninum.

Nei, Gerhard vil helst vera nøkur skritt frá Tjóðveldinum og tað hevði eg ynskt, at Javnaðarflokkurin eisini var, tí ringt selskap er ikki gott.

Heilsan ein sum ongantíð hevur tikið ímóti mutri.

Vilarliga við Javnaðrakvøðu

Gerhard Lognberg

Løgtingsmaður

Skopun

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder