Tíðindaskriv
???Sandoy ??? den sagnomspundne ø???
Fjórða ferðamannablaðið, sum Føroya Ferðamannablað gevur út, er komið
Hendan seinasta útgávan í røðini hjá ???Færøernes Turistblad??? hevur heitið ???Sandoy ??? den sagnomspundne ø???, og fevnir ikki bara um Sandoynna, men eisini um Skúvoynna og Stóru Dímun.
??r innihaldinum hesuferð hava vit samrøður við allar borgarstjórarnar í Sandoynni og borgarstjóran í Skúgvi. Harumframt eru samrøður við landsstýrismannin við mentamálum, Bjørn Kalsø, stjóran á Strandfaraskipum Landsins, Hilmar Eliasen, brøðurnar Heina og Høgna Tausen, sum eiga og reka Føroya Grótvirki í Skopun, møðgurnar Beintu Háberg og Hjørdis Háberg Petersen á Hotel Skálavík, og bóndan í Dímun, Evu úr Dímun,
Í blaðnum ???Sandoy ??? den sagnomspundne ø??? ber somuleiðis til at lesa um hina ríku, men eisini óndu húsfrúnna í Húsavík, Hvítu kirkjuna í Skálavík, kirkjuna á Sandi og um bretska skipið ???Principias???, sum í 1895 sigldi á Stóraboða út fyri Søltuvík og sakk. Bert ein maður var bjargaður.
Grein og myndir eru frá hátíðarhaldinum fyrr í ár á Hotel Skálavík, tá mentanarvirðisløn landsins var latin listamanninum Tórbirni Olsen.
Aftrat hesum er samrøða við Palla Højsholt, ið eigur og rekur danska ferðaleiðaraskúlan Service & Co í Spania. Hetta er skúli, sum seinastu 17 árini hevur havt yviri 100 næmingar úr Føroyum.
Vit trý, sum geva ???Færøernes Turistblad??? út, eru Sámal Bláhamar, samskipari, Beate L. Samuelsen, ábyrgdarblaðstjóri, og Kári við Rættará, grafikari og útgevari.
Vit hava sett okkum fyri, at bløðini í ferðavinnurøðini so við og við skulu fevna um allar oyggjar okkara.
Higartil hava vit givið út bløð um Suðuroynna, Norðoyggjar, Eysturoynna og nú nýggjasta blaðið, sum er um Sandoynna, Skúvoynna og Stóru Dímun.
??ll bløðini, sum ???Færøernes Turistblad??? higartil hevur givið út, eru ókeypis.
Bløðini eru skrivað á donskum, tí tey venda sær til allar skandinavar við tí endamáli at vekja áhuga teirra fyri Føroyum.
Færøernes Turistblad er brellbiti til útlendsk ferðafólk at koma til Føroyar og at eggja teimum at fara út á bygd at vitja, har hvør einstakur borgarstjóri gjøgnum blaðið bjóðar vælkomin og greiðir frá, hvat júst hansara bygd ella býur hevur at bjóða gestunum.
???Færøernes Turistblad??? kann eisini lesast á netinum www.turistblad.info
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald