Í kvøld - mikukvøldið 28. apríl - verður skipað fyri orðaskifti um Føroya mál, har fólkið sleppur til orðanna. Kvøldið er skipað við tveimum framløgum og bólkum, ið skifta orð um viðkomandi evni. Solby A. Christiansdóttir er orðstýrari. Umframt Ivan Niclasen og Jonhard Mikkelsen luttaka hesi: Gunnar Justinussen, ??luvá Klettskarð, Jenis av Rana, Katrin Petersen, Heiðrik á Heygum, Durita Dal Andreassen, Niels Jákup Thomsen og Páll Isholm.
Skráin fyri kvøldið
19:00 ??? 19:10 Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, bjóðar vælkomin.
19:10 ??? 19:40 Ivan Niclasen, kringvarpsstjóri, greiðir frá málpolitikkinum hjá KVF í mun til tær skyldur og ábyrgdir, ið liggja á public service stovninum.
19:40 ??? 20:10 Orðaskifti millum luttakarar
20:10 ??? 20:30 Stongum og Guttesen framføra
20:30 ??? 21:00 Jonhard Mikkelsen, stjóri Sprotans, greiðir frá, hvussu málsligu amboðini eru ment seinastu 20 árini, og hvørjum arbeitt verður við nú.
21:00 ??? 21:30 Orðaskifti millum luttakarar
??ll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er ókeypis. Orðaskifti um føroyska málið verður í Løkshøll í kvøld 28. Apríl kl. 19.00
Nærri kunning um Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu er at finna á visitrunavik.fo ella á facebookvanganum hjá "Mentanarvikan í Runavíkar kommunu".
Visit Runavik
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald