Mentan

Sam Feldt á Okkara Voxbotn 20/21

...

2021-08-10 12:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Maðurin handan risahittið ???Post Malone??? kemurendiligaat framføra á Okkara Voxbotnfríggjadagin20.august. Hann ferðast javnan á teim størstu tónleikafestivalunum kring allan heim, og er eitt tað heitasta navniðádansistøðum í løtuni. Tú kanst gleða teg, tí Sam Feldt fer uttan iva at seta veruligt lív í fjøldina á Okkara Voxbotn.

28ára gamli niðurlendingurin, Sam Feldt, er hóast sín unga aldur eitt stórt navn á altjóða tónleikahválvinum. Hann byrjaði í 2015 at geva út tónleik, og beinanvegin legði tónleikavinnan til merkis, at her var talan um ein sera gávaðan mann. Stillisliga klintraðu løg hansara móti tindunum, og hann varð heiðraður við gullplátum í fleiri londum. Og so kom lagið ???Post Malone??? sum hann framleiddi saman við songkvinnuni RANI. Lagið rakk tindarnar kring allan heim, og bara á Spotify hevur lagið meira enn 164 mió stroymingar. Hetta eru ørandi tøl, sum vitna um ein sera vælumtóktan tónleikara.

Frammanundan er greitt atRobin Schulz, John Martin & Michel Zitron,Aura Dione, Sanne Salomonsen, Hanne Boel og The Antonelli Orchestrafara á framføra á Okkara Voxbotn 20/21.

Atgongumerkitil Voxbotn 2020 fríggjadagin 20. augustfáast á www.ebillett.fo.
Atgongumerki til Voxbotn 2021 leygardagin 21. august fáast á www.ebillett.fo ,
í Power í SMS og íEffohandlunum kring landiðog á Kunningarstovuni í Havnfyri kr. 650,-.

Vinarliga

Vox Entertainment

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder