Mentan

Saltfiskafagnaður leygardagin ??ti á Bakka í Sandavági

...

2018-04-17 21:50 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í samband við Savnsfagnaðin í Vágum verður Saltfiskafagnaður kl 17 leygardagin. Klippfiskur verður breiddur á fiskastykkið, Helgi Jacobsen fer at tosa um føroyska saltfiskin sum heimsins klippfisk og Heini F. Petersen fer at greiða frá um undangongumannin Jegvan Elias Thomsen og um fiskaarbeiði, sum var ??ti á Bakka.

Gutti borðreiðir við spennandi vælsmakkandi saltfiski og sluppin Westward Ho vitjar á vánni og leggur at, um veðrið verður til vildar.

Á pakkhúsloftinum verður framsýning av gomlum fólkalívs- og fiskivinnumyndum.

Hjartaliga vælkomin.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder