Vinna

Saksaberg fer á Tvøroyri við 500 tonsum

...

2013-08-02 17:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Saksaberg fór í nátt at sigla inn við 500 tonsum av makreli og sild, 200 tons er makrelur og 300 tons er sild. Saksaberg pumpar inn frá Róki og Lerki, teir báðir sigla eisini inn at bíðja til Saksaberg er klárur aftur.

Saksaberg fer á Tvøroyri við lastini, teir verða á Tvøroyri um 20-tíðina í kvøld.

Á Varðanum Pelagic hava teir nú sett meira frystiorku til, teir rokna við at kunna arbeiða útvið 1.000 tons um døgnið. Saksaberg er fyrsta skipið, sum landar eftir at frystiorkan er økt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder