Mentan

Sætti og seinasti teknifilmurin liðugur

....

2018-01-14 15:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Sp/f Tatanka, sum hevur sítt høvuðsvirksemi innan undirhald fyri børn og vaksin, kemur nú út við sætta og seinasta teknifilminum.

 

??tgivið fleiri ókeypis teknifilmar

Í februar 2017 gav Sp/f Tatanka út tríggjar ókeypis teknifilmar á føroyskum máli, og í apríl og august sama ár komu tveir aðrir teknifilmar út. Nú kemur so ein afturat. Allir filmarnir síggjast ókeypis á YouTube, og hava heitini:

???Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum tølini???,

???Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum litir???

???Stúti, Flaksi og Fima læra tykkum stavraðið???

???Stúti, Flaksi, Fima, Tatanka og Klippa koyra buss???

???Fingrasangurin???

 

Sætti og seinasti teknifilmurin liðugur

Nú kemur Tatanka so við sætta og seinasta teknifilminum, sum hevur heitið:

 

???Høvd, akslar, knø og tær???

 

Eins og við øllum hinum teknifilminum, er ætlanin við hesum sætta teknifilminum at víðka um úrvalið av føroyskum barnatilfari á netinum og harvið geva foreldrum møguleikan at vísa børnunum á, at sangir, ið tey annars hoyra og síggja á øðrum máli á netinum, eisini kunnu síggjast og hoyrast á føroyskum á netinum.

Hettar verður tíverri okkara seinasti teknifilmur. Vit høvdu ætlanir um at gera fimm teknifilmar afturat, har góðskan á animatiónunum var betri og har kendir føroyskir barnasangir vóru nýttir. Vit søktu um stuðul til endamálið úr grunninum hjá Mentamálaráðnum, við vón um at hesin stuðul kundi fevna um ein part av útreiðslunum. Higartil hava vit sjálvi fíggjað hesa verkætlanina, ið hevur kravt fitt av peningi, og av tí at filmarnir kunnu síggjast ókeypis, forvinna vit einki av verkætlanini. Tó var umsókn okkara tíverri ikki gingin á møti og tí vera fleiri filmar ikki framleiddir á hesum sinni.

Vit eru ótrúliga glað fyri móttøkuna, ið filmarnir hava fingið. Filmarnir eru sæddir uml. 70.000 ferðir tilsamans, og eftir hesum at døma, er tørvur á tílíkum tilfari.

Eins og við fyrru filmunum, kann hesin seinasti filmurin, sum nú er almannakunngjørdur, eisini síggjast ókeypis á YouTube. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder