Vinna

Russland hóttir við at steingja fyri innflutningi av fiskavørum úr Noregi

...

2013-10-28 20:33 Author image
placeholder

 Russland hóttir nú aftur við at steingja fyri innflutningi av ávísum fiskavørum úr Noregi. Russiski heilsufrøðiligi myndugleikin, Rosselkhoznadzor, er ónøgt við, at norskir myndugleikar ikki hava eftirlit við hvørjari einstakari sending, sum verður útflutt til Russlands.

Stjórin á Rosselkhoznadzor hevur tí sent norska Fiskimálaráðnum eitt skriv, har tað verður hótt við at avmarka innflutningin av ávísum norskum fiskavørum. Hetta verður tulkað sum ein hóttan um at steingja fyri innflutningi av laksi og sílum, men kann eisini ávirka aðrar fiskavørur. Norsku heilsufrøðiligu myndugleikarnir tvíhalda um, at tað er ov tungt umsitingarliga at hava eftirlit við hvørjari sending og ætla sær framhaldandi at grunda sítt eftirlit á stakroyndir.

Russiski matvørumyndugleikin vísir hinvegin á, at talið á sendingum við fiskvørum úr Noregi, sum eru steðgaðar við russiska markið av heilsufrøðiligum ávum er økt munandi í ár í mun til í fjør. Áheitanir úr Russlandi á heilsufrøðiligu myndugleikarnar í Noregi um strangari eftirlit hava verið til fánýtis, og er helst orsøkin til, at Russland nú herðir tónan yvirfyri norsku myndugleikunum.

Í Noregi eru myndugleikarnir sum vant í iva um, hvussu russiska útspælið skal tulkast. Embætisfólk hjá russisku heilsufrøðiligu myndugleikunum hava fleiri ferðir fyrr í ár hótt við tiltøkum, men hinvegin hava fundir á politiskum stigi verið meira positivir.

Í Føroyum hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan eftirlit við hvørjari einstakari sending, sum verður útflutt til Russlands.

Kelda: Fiskaren.no og Vinnuhúsið.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder