Vinna

Russar umhugsa stongsul móti Noregi

...

2013-12-16 18:03 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir at russisku heilsufrøðiligu myndugleikarnir vóru á eftirlitsvitjan í Noregi herfyri, hótta russar nú við at útihýsa fleiri navngivnum norskum laksaframleiðarum frá russiska marknaðinum frá 1. januar.

Heilsufrøðiligu myndugleikarnir í Russlandi, Rosselkhoznadzor, boða á heimasíðuni frá, at fleiri norsk alifeløg møguliga verða útihýst frá russiska marknaðinum frá 1. januar.

Orsøkin er sambært russiskum myndugleikum, at royndir frá norskum laksi vísa, at hann ikki lýkur neyðugu krøvini fyri at koma á russiska marknaðin. Tí hevur Rosselkhoznadzor boða frá herdum eftirliti av ávísum framleiðarum, og um líknandi brot verða framd í framtíðini, so verður neyðugt at útihýsa hesum frá russiska marknaðinum í eina tíð.

Russar hava áður útihýst norskum fiski og fiskavørum av russiska marknaðinum. Í 2005 og 2006 varð innflutningsbann sett ímóti frystum fiski úr Noregi, og fleiri einstøk alifeløg eru útihýst av russiska marknaðinum seinastu árini.

Kelda: Intrafish og vinnuhusid.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder