Mentan

Ruddingardagur verður í Mykinesi leygardagin

...

2018-06-20 08:39 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

So er avgjørt at hava ruddingardagin í Mykinesi leygardagin 23 juni 2018. Eitt sindur seinka hesaferð . Vit vóna veðrið verður til vildar tann dagin

Vit byrja dagin við morgunmati kl 10 í dansistovuni. Eftir morgunmatin verður farið runt bygdina at rudda.

Ábit, kaffi og kakur verður at fáa gjøgnum dagin í danisistovuni.

Dagurin endar við felagshugna og møguliga spølum , vit fara at grilla búffar, laks og eisini verður pizza at fáa.

Tey í ynska at luttaka , verða vinaliga biðin um at melda á facebook hjá felagnum ella við at ringja til Vivi Wang á tlf. 278139 ella Hervør Leonsson á tlf 278058 , Emly Joensen og Karin Johannesen 267930.

Vit gleða okkum til dagin og vónandi møta tit fjølment vaksin og børn.

Vælkomin at deila

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder