JN

Roysningurin vitjar aftur á gamlar slóðir

...

2013-09-16 20:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

4. september vitjaði roysningurin, hvørs ferðing var fylgd í 80 dagar fyrr í ár, aftur á Sørvágsfirði. Náttúrugripasavnið merkti hann umaftur við einum fylgisveinasendara fyri at kanna ferðingina víðari. Hetta hendi á júst sama sandi, har hann var merktur fyrru ferðina hin 21. mars. Nú roysningurin vitjaði aftur, vóru 77 dagar frálidnir, síðan hann var sæddur í Føroyum 11. Juni í Klaksvík. Í millumbilinum hevur roysningurin støðast í Íslandi.



Roysningurin dvaldi ikki leingi á Sørvágsfirði. 5. september var hann á Víkum, dagin eftir í Norðoyggjum, og 7. september legði hann seg upp á helluna í Svínoy, júst sama stað har hann var sæddur á fyrsta sinni 27. februar meira enn hálvt ár frammanundan. Hin 8. september var roysningurin á Skarðsvík í Fugloynni, og haðani setti hann kósina aftur móti Íslandi. Aftan á at hava svomið eina samlaða farleið uppá 320 fjórðingar í tilsamans seks dagar kom roysningurin 15. September inn aftur á Reyðafjørð í Íslandi. Í miðal svam hann 2 fjórðingar um tíman.

Sostatt er bara at staðfesta, at roysningurin er sera dugnaligur at vitja aftur á slóðina.

Annars kenna vit til hesar eygleiðingar av roysninginum: í tíðarbilinum millum 27. februar og 21. Mars, tá roysningurin var burtur úr Føroyum, varð hann eygleiddur fyrst 3. mars í North Ronaldsey í Orknoyggjum og síðan 10. mars á Algrøy í Noregi. Aftan á at hann fór til Íslands fyrstu ferð, varð hann sæddur fýra ferðir: 17. juni í Reyðafirði, 26. juni í Berufirði, 24. juli í Skálanesi og 16. august í Jøkulsárlóni.

Um tú ynskir at síggja kortið í hægri loysn, kanst tú trýstaher!

Kelda: ngs.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder