Vinna

Royndur verkætlanarleiðari til MEST

...

2013-12-11 21:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

MEST er størsta skipasmiðusamtak í Føroyum. MEST samtakið fevnir um skipasmiðjurnar á Skála og í Tórshavn, framleiðsluverksmiðjuna í Runavík og dóttirfelagið PAM Offshore Services, sum hevur starvsfólk í oljuvinnuni serliga í Noregi.

Felagið hevur nýmótans verkstaðir, stóra goymslu við sølu og framkomna tekni- og verkfrøðingastovu.

Yvir 400 starvsfólk eru í starvi í MEST-samtakinum, og kundar okkara eru bæði føroyskir og útlendskir. Sostatt er MEST eitt av størstu framleiðslufeløgunum í landinum.

ARBEIÐS??KI
Sum verkætlanarleiðari fært tú ábyrgdina av størri og smærri umvælingar- og umbyggingaruppgávum. Tú hevur tætt samskifti við kundar, starvsfelagar í fyritøkuni og feløg, sum vit samstarva við.

Verkætlanarleiðarin hevur ábyrgdina av:

??? At gera tilboð, fyrireika og skipa uppgávur í tøttum samstarvi við kundan og starvsfelagar

??? At tryggja, at arbeiðið verður avgreitt sum avtalað við kundan til ásetta tíð og kostnað

??? At góðskan á arbeiðinum er sum avtalað

??? At gera upp, eftirmeta og avhenda uppgávur

Starvsstaðurin er á høvuðsdeildini hjá MEST í Havn, men verkætlanarleiðarin kemur at arbeiða í øllum samtakinum alt eftir hvar verkætlanirnar eru. Verkætlanarleiðarin vísir til leiðaran fyri Verkætlanar-og teknistovudeildina.

TÍN VANGAMYND
Tú hevur útbúgving innan verkfrøði ella aðra hóskandi útbúgving, so sum maskinmeistari, og hevur viðkomandi arbeiðsroyndir. Tú hevur hollan kunnleika til skip, skipsútbúnað og størri verkætlanaðir. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert jalig/ur og dugir at samstarva. Tú heldur tíðarfreistir, arbeiðir við nærlagni og hevur fíggjarligt skil. Tað er ein fyrimunur, at tú dugir væl føroyskt og enskt.

Tú dugir væl at samskifta og hevur góðar KT førleikar. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við KT forritum, sum t.d MS Project, AutoCAD, Inventor og Ansys.

Starvið, løn og setanartreytir
Talan er um eitt fjølbroytt og áhugavert starv við stórum fakligum og persónligum avbjóðingum í einum mennandi umhvørvi. Løn og setanartreytir eru í samráð við leiðsluna. Starvið verður sett skjótast gjørligt.

Meira at vita
Ynskir tú fleiri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sunvard Joensen, leiðara av Verkætlanar- og teknistovudeildini, tlf. 791136.

Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og møguligum ummælum, skal vera okkum í hendií seinasta lagi 2. januar 2014og sendast við telduposti til: [email protected]

MEST ??? J.C. Svabosgøta 31, Postboks 65, 100 Tórshavn ??? Tel.: 301100 ???www.mest.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder