
Búnaðarstovan skrivar:
Á hvørjum ári ger Búnaðarstovan royndir við nýggjum og eldri eplasløgum, fyri at vita hvørji vaksa best her.
Eplini verða sett niður í tvær veltur á hvørjum ári, eina flagveltu á Miðgerði í Kollafirði og eina moldveltu á Sandi.
Grundað á úrslitini gera vit á hvørjum ári tilmæli um, hvørji eplasløg vaksa best. Tilmælið verður kunngjørt á heimasíðuni saman við myndum av teimum einstøku eplasløgunum.
Hesi tilmæli kunnu nýtast av fólki, sum velta epli, og somuleiðis av teimum, sum selja setepli.
Tilmæli 2017
??t frá royndunum, sum Búnaðarstovan gjørdi við eplaveltunum í 2016, verður mælt til at brúka hesi setepli í vár:
Til flagveltu:
Cimega: gul, avlong, snøgg, stór epli, rættuliga høga úrtøku, miðal høgt turrevnis%
Folva: mest brúkta etingarepli í Norður Evropa, hvít, miðal mjølvut, geva nógv hvørt ár, eplini hava passandi stødd
Markies: gul, avlong epli, miðal stór, geva nógv, mjølvut orsaka av høgum turrevnis%, væl egnaði til kips
Carolus: hvít við reyðum eygum, mjølvut, smakka væl, miðal úrtøku, mótstøðufør móti svartaspillu!
Oleva: reyð, mjølvut, smakka væl, miðal stødd, gevur javnt nógv, kunnu goymast leingi
Raja: reyð, mjølvut, vælsmakkandi, vøkur epli, miðal stødd, gevur javnt nógv, mótstøðufør móti svartaspillu!
Til moldveltu:
Linata, gul, avlong, snøgg, miðalstór epli, geva nógv, miðal turrevnis%
Cimega: gul, avlong, snøgg, stór epli, rættuliga høga úrtøku, miðal høgt turrevnis%
Folva: mest brúkta etingarepli í Norður Evropa, hvít, miðal mjølvut, gevur nógv hvørt ár, eplini hava passandi stødd
Markies: gul, avlong epli, miðal stór, geva nógv, mjølvut orsaka av høgum turrevnis%, væl egnaði til kips
Oleva: reyð, mjølvut, smakka væl, miðal stødd, gevur javnt nógv, kunnu goymast leingi
Carolus: hvít við reyðum eygum, mjølvut, smakka væl, miðal úrtøku, mótstøðufør móti svartaspillu!
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald