Rudda Føroyar ??? eisini á sjónum
Vit rudda fjøru og strendur ??? men vit mugu eisini rudda burturkast, sum rekst á sjónum. Tað hava føroyskir bátar og skip verið við til í verkætlanini ???fishing for litter??? ??? og arbeiðið má halda áfram. Mánakvøldið 3. mai er høvi at hoyra um ruskið og ruddingina, og um nýggju frágreiðingina um evnið, sum júst er komin út. Norðurlendska ráðharraráðið hevur latið kanningina, gera, og 315 føroyingar hava verið við.
Framløgur: Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan, Jóhan Eli Poulsen, Skipara- og navigatørfelagið og Bergmann Finnsson, samskipari fyri Fishing for Litter ætlanina.
Rottan elskar burturkast
Rotta er ein óynsktur gestur, og tíbetur eru fleiri av okkara oyggjum enn rottufríar. Men eitt nú Nólsoy og Hestur hava tætt samband við meginøkið, har rotta er. Eru tær nógvar, er størri vandi fyri, at tær spjaða seg til rottufríu oyggjarnar. Og er nógv gott burturkast til tær at eta, fáa vit nógvar rottur.
Sjúrður Hammer, Umhvørvisstovan, fer at greiða frá um rottur, hvussu tær kunnu skaða fuglastovnarnar, hvussu tær liva ??? og hvussu vit kunnu tryggja okkum, at tær ikki liva ov væl. Umhvørvisstovan hevur gjørt filmarnar um Rottar fyri at minna fólk á vandan, og at vit øll hava skyldu til at boða frá, um vit síggja rottu.
Livandi tónleikur við JASMIN.
Umhvørvisstovan skipar fyri tiltakinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald