Mentan

Rokkur úr Vestmanna

...

2021-09-09 06:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Rokkur í Vestmanna byrjar við einum lokalum braki, tá Brim fer á pall við góðum og vælsvingandi rokkløgum.


Bólkurin varð stovna??ur í Vestmanna í 2001 og hevur tí, eins og tveir aðrir av bólkunum hetta kvøldið, MC-Hár og Deiggj, rundan føðingadag í ár.

Við 20 árum á baki er hetta ein royndur bólkur, ið hevur spælt til dans og tiltøk um alt landið, og ger tað enn.

Teir, ið mann bólkin, eru kendir harrar úr tónleikalívinum í Vestmanna.

Lesna??ur og útbúgvingar uttanlands hava gjørt sítt til, at Brim hevur havt skiftandi manningar hesi 20 árini. Einans Vagnur Streymoy og Dávur Magnussen eru enn við av teimum, ið byrjaðu bólkin. Tó kann nevnast, at Jónsvein á Rógvu bleiv partur av bólkinum trý ár eftir stovnanina.

Vagn Streymoy og Jónsvein á Rógvu kenna vit úr 90'ara rokk/grunge bólkunum Razamanaz og Mind Field, sum báðir luttóku á Prix Føroyum sí??st í 90???unum.

Dávur Magnussen spældi við tungmálmsbólkinum Silent Eyes, sum luttók á Prix Føroyum í 1999.

Jóan Pauli Magnussen var ungi bassúrmælingurin, sum fyrstu ferð trein á pallin vi?? Brim í 2009.

Fyrr í ár vaks Brim úr 4 limum til 5 limir. Nýggjur maður er gittarsnidlingurin Sergio Martínez Muñoz, sum fyri tveimum árum sí??ani flutti til Vestmanna úr Cancún, Mexico, har hann í eini 20 ár livdi sum tónleikari.

Brim fer á pallin leygardagin 11. september við nýggjari spæliskrá, har The Beatles, Rolling Stones, Status Quo, Bonney M og The Monkeys ver??a skift út vi?? Queen, Twisted Sister, Guns n' Roses, AC/DC, KISS og Ozzy Osbourne

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder