2021-05-20 14:07
Vestmanna: Í samband við Vestmannadagarnar, ið vera í døgunum 6. til 12. september verður stór rokkkonsert leygarkvøldið 11. september. Talan er nevnliga um eina konsert við føroysku Hamradun og Deiggj, umframt kenda íslendska bólkinum Dúndurfréttir.
Hamradun fer við sínum serstaka dámi at seta hol á rokkkvøldið við kendu føroysku kvæðunum, ið teir hava umskapað við teirra heilt serliga sálarríka framferðarhátti.
Síðani trína íslendsku Dúndurfréttir á pall við heimskendum løgum hjá Pink Floyd. Dúndurfréttir hava áður verið í Føroyum og spælt, men hatta verður fyrsti møguleikin at uppliva teir í Vestmanna, til hetta heilt serliga rokkkvøldið!
Kvøldið endar við bólkinum Deiggj, ið áður hevur skipað fyri sonevndum Uriah Heep fjepparakvøldum ymsastaðni í Føroyum. Áhugin fyri hesum kvøldum hevur verið sera stórur kring alt landið og ikki minst til tey sonevndu ???Easy livin´ við Gjógv??? tiltøkini. Hetta er ikki fyrstu ferð, at Deiggj spæla við Dúndurfréttir. Teir hava fyrr spælt saman í Dansifrøi til eitt sera vælumtókt 70´ara kvøld.
Upphitingin til Rokkkvøldið verður við vestmannatónleikarum, ið fara at framføra góð og kend rokkløg.
Atgongumerki til Rokk í Vestmanna kunnu keypast á atgongumerki.fo og kosta 300 kr.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald