Mentan

Røða borgarstjórans

...

2020-10-16 20:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Á hátíðarløtuni 15. oktober, tá skúlin var vígdur, helt Heðin Zachariasen, borgarstjóri røðu.

Røðan kann lesast her:

Góðu tit øll

Fyri skjótt 50 árum síðani kom ein flokkur av børnum og ungdómum gangandi tvørturum sundið her. Brúgvin var enn ikki liðug, so tey gingu eftir byrgingini.

Hesin stóri barnaflokkurin var á veg í skúla. Fyri fyrstuferð nakrantíð skuldu næmingar úr øllum Sundalagnum savnast í ein stóran felagsskúla á Oyrarbakka.

Eg var sjálvur mitt í rokanum ??? og eg minnist, hvussu spent vit øll vóru, tá vit fóru úr bussinum hinumegin og fóru til gongu tvørturum. Vit vistu ikki heilt, hvat vit skuldu vænta. Men tað fór at verða øðrvísi, enn vit vóru von við í bygdaskúlunum. Tað vistu vit.

Man má siga, at tað var ótrúliga framsíggið og djarvt av sundalagsfólki at síggja møguleikarnar við brúnni - og beinanvegin at byggja ein stóran felagsskúla. Tað var ein stór íløga í børnini. Í framtíðina.

Og tey vóru so skjót í vendingini, at felags skúlagongdin enntá byrjaði, áðrenn brúgvin varð liðug.

Brúgvin bant tvær oyggjar saman við stáli og asfalti.

Men Felagsskúlin bant alt økið her við Sundalagið saman - við vinarløgum og tøttum sambondum. Heilt úr Kollafirði til Tjørnuvíkar, Eiðis og Gjáar.

Brúgvin bant økini saman ??? men skúlin bant ungdómin saman.

Her í skúlanum funnu vit javnlíkar og vinir fyri lívið. Vit fóru úr heimliga umhvørvinum til nakað nýtt. Og sjálvt um heimbygdin altíð verður ein partur av okkum, so blivu vit her ein partur av nøkrum størri.

***

Og í dag standa vit her enn einaferð. Nú ??? hálva øld seinni ??? hava vit gjørt sum okkara undangongumenn og hava hugt fram í tíðina. Aftur hava vit gjørt eina risa íløgu í okkara børn.

Og tað er kanska eitt sindur ironiskt, at akkurát eg skal siga hetta ??? tí eg tímdi ikki nakað serliga væl at ganga í skúla sjálvur ??? men eg eri so ómetaliga errin og fegin um, at sundalagsbørn nú hava fingið ein spildurnýggjan skúla - við allarbestu kørmum.

Hetta er størsta, einstaka íløga, sum Sunda kommuna nakrantíð hevur gjørt. 125 milliónir tilsamans. Tað er nógv.

Men hvat eru okkara børn og ungu verd? Hvat er felagsskapurin í Sundalagnum verdur? Hvat er virðið á framhaldandi samstarvi og dynamikki her í økinum?

Jú! hesir pengar eru væl brúktir ??? og eg ivist ikki eina løtu í, at virðið eisini fer at vísa seg.

Her eru 5500 fermetrar til okkara 250 næmingar. Her eru høli frá 1.-10. Flokk, so ymsu floksstigini ikki longur noyðast at sita í somu stovu.

Her eru serstovur og góðar umstøður til næmingarnar við serligum tørvi.

Her eru fimleikahøll, svimjihøll - og hartil ein fult góðkend ítróttarhøll, sum lýkur øll mát.

Her eru næmingarnir settir í fokus - og næmingarnir fáa tað allarbesta.

Lærararnir fáa eisini bestu umstøður. Og vit vita, at góðar umstøður draga gott fólk.

Hetta er størsta íløgan, vit hava gjørt ??? men nú kappingin millum ymsu økini í Føroyum harðnar ??? vil eg pástanda, at hetta eisini er vigtigasta íløgan, vit hava gjørt.

***

Eg vænti ikki, at nakar annar skúli man vera so væl rótfestur í fólkaræðinum, sum akkurát hesin. Tað hevur verið ein drúgv tilgongd. ??? Mangan rak ímóti, men tað hevur sanniliga eisini rikið við.

Tað byrjaði alt við býráðnum, sum sat frá 2009-2012. Tey staðfestu, at Norðskála-Oyrar skúli trongdi til útbyggingar og broytingar.

Eftir valið í 2012 setti býráðið aftur skúlamálið á skrá - men hesuferð vendi man øllum á høvdið.

Heldur enn at taka støði í kørmunum ??? og so laga skúlaskapin til ??? gjørdu vit øvugt.

Vit tóku støði í sjálvum skúlaskapinum, tí innihaldið í skúlanum er ómetaliga nógv broytt hesu farnu 50 árini.

Vit fundaðust við øll skúlastýrini, fyri at finna ein góðan leist, og ikki fyrr enn krøvini til modernaðan skúlaskap vóru púra greið, fóru vit at hyggja at kørmunum.

Hetta var ein kollvelting. Summi fegnaðust og onnur øtaðust ??? serliga um at barnaskúlarnir nú eisini skuldu flytast í Skúlan við Streymin.

Eg skilji væl, at fólk vóru ivasom og eym um smæstu skúlabørnini. Eg skilji væl, at man ivast í at senda tey av bygdini í skúla. Tað snýr seg bæði um traditiónir frá fortíðini, men eisini um ótta fyri framtíðini, um børnini ikki verða í heimbygdini.

Tí høvdu vit fleiri borgarafundir. Tað var mangan buldraligt ??? men sanniliga eisini positivt og stuttligt ??? og tað vigtigasta av øllum var, at allar hugsanir komu fram og brustu saman í orðaskiftinum. Opið og erligt.

Luttøkan var stór ??? og fólk vóru aktiv. Og akkurát hetta - at vit tosa saman og lurta eftir hvørjum øðrum - er sjálv kjarnan í fólkaræðinum.

Vit ræddust ikki ósemjurnar, tí tað, at fólk eru ósamd, merkir ikki, at tey eru óklár.

Og tað er so, at vilt tú hava frið, sum politikkari, ja, so skalt tú bara einki gera. Men fert tú undir at broyta, skyldar tú fólki at lurta. Eisini eftir teimum, sum liggja fjarast frá tíni egnu hugsan, sjálvt um tað kann vera ringt.

Eftir borgarafundirnar varð upprunaliga ætlanin broytt, soleiðis at fólk sjálvi kundu velja um smæstu børnini skuldu í barnaskúlan í heimbygdini ??? ella í nýggja Skúlan við Streymin.

So var fólkaatkvøða; meirilutin ráddi - og so varð farið í gongd.

Páll Holm Lave og Magnus Magnussen frá Brim arkitektum teknaðu nýggja skúlan - og Jóan Petur Vang hevur verið høvuðsarbeiðstakari.

??rslitið talar fyri seg. Her er ongastaðni spart uppá kvalitetin. Høllin lýkur øll mát - og fer at hava stóran týdning fyri frítíðarlívið og ítróttin í økinum.

Og eg ivist ikki í, at vit við Skúlanum við Streymin fáa knýtt Sundalagið enn betri saman. At hesin skúlin - eins og brúgvin ??? fer at skapa sambond, vinarløg og samanhald í Sundalagnum - frá sunnast til norðast og tvørturum sundið. Hann fer at styrkja um forstáilsið og felagskensluna bygdanna millum.

At enda vil eg bera eina hjartans tøkk. Serliga býráðnum, sum sat frá 2012-16 og sum tók tað stóra takið og samtykti verkætlanina. Men eg vil eisini takka býráðunum áðrenn og eftir, tí tey eisini sóu týdningin av at hava ein góðan, sterkan og nútímans skúla.

Hartil hevur Sundalagsfólk sum heild eisini eina hjartans tøkk uppiborna. Bæði tit, sum stuðlaðu ætlanini, og tit, sum funnust at.

Tykkum at takka fingu vit nøkur góð og gevandi kjak um Sundalagið. Vit vendu hvørjum steini, og tá fundirnir vóru av, vóru allar hugsanir greiðar.

Tað er gott at steðga á viðhvørt og tosa saman um, hvørt kósin er bein - fyri síðani at finna áralagið aftur.

Somuleiðis ein hjartans tøkk til øll tykkum, sum hava arbeitt við at fáa skúlan so flottan og góðan ??? heilt frá fyrstu strikunum ??? til seinasta penslastrokið.

***

Eftir heystferiuna fer ein stórur hópur av børnum at koma tysjandi úr øllum Sundalagnum og savnast her.

Tey verða spent, og tey vita neyvan heilt, hvat tey skulu vænta, nú tey fyri fyrstu ferð skulu fáa undirvísing í nýggja Skúlanum við Streymin.

Tað fer at vera øðrvísi enn tað, tey eru von við, tað vita tey. Og tey fara heilt víst at finna sær javnlíkar og vinir fyri lívið.

Fyri næstan 50 árum síðani bant brúgvin økini saman ??? men hesin skúlin fer at binda ungdómin saman og gera alt Sundalagið til eina sterkari og meiri mótstøðuføra eind.

Tað eri eg - nú meiri enn nakrantíð ??? púra ivaleysur í.

Til lukku til okkum øll við nýggja skúlanum og blíðan byr tit næmingar og lærarar, sum nú skulu fylla hesar stásiligu karmarnar.

Takk fyri!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder