Mentan

Robin Schulz á Okkara Voxbotn 2020/2021

...

2021-08-04 09:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við 10 ára hátíðarhaldið hjá Voxbotn, hava fyriskipararnir fingið ein av heimins best umtóktu DJ at luttaka. Talan er um úrmælingin Robin Schulz.

Tíðindaskriv:

Tað verður ein konsert í heimsflokki, tá Robin Schulz fer á pallin á Okkara Voxbotn, sum í ár verður hildið yvir tveir dagar, í hjartanum í Havn.

Robin Schulz gjørdist ein heimsstjørna longu tá hann gav út fyrsta staklagið ???Waves???. Lagið kom á fyrstapláss í seks ymiskum londum, og leiðin peikaði nú beint móti popptindunum. Alt sum hann nertir við gerst til oyragull, og hann hevur samstarvað við nøvnum sum David Guetta, James Blunt, Piso og mongum øðrum. Stroymingsmongdin av hansara løgum er rúgvusmikil. Til dømis er lagið ???Sugar??? stroymt næstan 900 mió. ferðir á Spotify, og hann hevur omanfyri 23 mió. lurtarar mánaðarliga. Í løtuni er hann á einum 127. plássi millum mest spældu artistar á Spotify. Sostatt kann staðfestast, at hetta verður ein konsert við altjóða formati, sum verður á Okkara Voxbotn 20. og 21. august.

Voxbotn 2020 og Voxbotn 2021

Formliga verður Voxbotn 2020 fríggjadagin20. august. ??ll atgongumerki, ið eru keypt til Voxbotn 2020, eru galdandi til konsertdagin 20. august.Enn eru 700 atgongumerki eftir til Voxbotn2020.Um ein ynskir at fáa peningin endurgoldnan,kann hetta avgreiðast umvegiswww.voxbotn.foáðrenn 11. august.

Atgongumerki til Voxbotn2020 og2021 kunnu keypast á ebillet.fo ella Power í SMS frá fríggjadegnum 6. august kl. 16.00.

https://youtu.be/lznH7FZBBYs

https://youtu.be/fiore9Z5iUg

https://youtu.be/Mo4cmTaEDIk

Vinarliga

Vox Entertainment

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder