2021-05-17 10:20
Tað var eingin broyting í nevndarsamansetingini hjá Ríðisambandi Føroya, tá aðalfundurin var hildin nú sunnumorgunin.
Símun Skaalum og Zacharias R. Jacobsen stóðu fyri valið og teir vóru báðir afturvaldir. Nevndin skipaði seg soleiðis, formaður, Brandur í Dali, næstformaður Zacharias R. Jacobsen, nevndarlimir Símun Skaalum og tiltakslimir Jón Nónklett.
Aðalfundirin var samdir um at koronaárið 2020 hevði sínar avbjóðingar, men at vónirnar frameftir vóru góðar, serliga fegnast reiðfólk um at felagsskapurin vær víðkaður við nýggjum limafelagið í farna árinum, reiðfelagið Sleipnir við heimstaði í Lamba.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald