Føroya Fiskimannafelag (FF) góðtekur ikki, at manningar skulu rinda fyri framíhjárættindi hjá reiðarum, men felagið vil fegið koma við uppbyggjandi íkasti til kjakið um nýggja fiskivinnuskipan, heldur enn bara at standa á síðulinjuni og grenja. Tí hevur felagið spælt út við sínum egna uppskoti til eina nýggja fiskivinnuskipan. Tað ger Axel Hansen, nevndarlimur í FF, greitt í hesi grein.
Sum tað einasta manningarfelagið hevur FF alla tíðina mótmælt, at tilfeingisgjald verður lagt á fiskivinnuna, og felagið hevur eisini greitt sagt, at tað er ímóti uppboðssølu av fiskirættindum.
Tí FF vil ikki góðtaka, at okkara fiskimenn og -kvinnur skulu rinda fyri framíhjárættindi hjá reiðarunum, og FF góðtekur heldur ikki ta stóru óvissuna um arbeiðsplássini á sjónum, sum ein uppboðssøluskipan hevur við sær.
Hesi sjónarmið halda vit rimmarfast við.
Men vit vita, at verandi fiskivinnuskipan gongur út á midnátt 31. desember 2017, og at ein onnur skal taka við 1. januar 2018.
Hesa nýggju skipanina vilja vit fegin hava ávirkan á, heldur enn bara standa á síðulinjuni og finnast at.
Tíðin rennur undan. Løgting og landsstýri hava ligið í atgerðarloysi, síðani verandi loyvi vórðu søgd upp í 2007, og hava fingið millum fá og ongi innspark uttanífrá. Tí hevur alt kjakið higartil tikið støði í arbeiðnum hjá einari nevnd, sum í bráskundi skuldi gera eitt tilmæli um eina marknaðargrundaða skipan.
Og kjakið hevur bara snúð seg um fyri ella ímóti uppboðssølu av rættindum og onki annað!
Tað er orsøkin til, at felagið hevur gjørt sítt egna uppskot, sum varð almannakunngjørt mánadagin 10. oktober. Onkrar misskiljingar hava verið í almenna kjakinum um uppskotið, og tað skyldast sjálvsagt, at vit ikki hava orðað okkum nóg greitt.
Uppskotið snýr seg í stuttum um, at fiskirættindi skulu lutast út uttan serstakan kostnað. Tí vit halda tað vera skeivt at krevja gjald fyri nakað so óítøkiligt sum virðið á óveiddum fiski.
Í staðin skal atgongdin at fiska skipast eftir einum leisti, har tað verða evnini at lúka ásettar treytir til tey einstøku rættindini (kvotur og/ella fiskidagar), sum verða avgerandi fyri, hvør sleppur upp í part. Atlit skulu tó takast til tey, sum eru í fiskivinnuni í dag, so teppið ikki verður hálað undan teimum.
Ein óheft nevnd, ein tilfeingisbúð, skal viðgera umsóknir um fiskirættindi og standa fyri útlutingini.
Men eigarin av tilfeinginum, sum er Føroya fólk, skal eisini hava sín part, og tí skjóta vit upp ein væl útgreinaðan tilfeingisskatt á reiðaríini.
Skattur kann jú ikki turkast av upp á onnur, og tískil verða manningarnar hildnar fullkomiliga uttanfyri tilfeingisskattin.
Treytirnar til rættindini, sum politikararnir skulu telva seg fram til, skal verða amboðið at stýra vinnuni við atliti til millum annað stovnsrøkt, atgongd, arbeiðspláss á landi, virðisøking og lønsemi.
Men tá tað verður ein óheft nevnd, sum skal hondhevja ásettu treytirnar og sjálva útlutingina, verður henda tikin úr hondunum á politikarunum.
Axel Hansen
FF-nevndarlimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald