JN

Rankin og Heykur landa í Runavík

...

2017-10-04 13:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Rankin og Heykur hava í dag landað til Faroe Origin í Runavík, teir høvdu tilsamans 240.000 pund, so gott sum alt var upsi.

Teir hava hendan túrin roynt eystanfyri.

Heykur skal til upppussingar hjá KSS í Klaksvík, hann er longu áveg norður til Klaksvíkar. Rankin fær nú Falk til makkara, Falkur er upppussaður hjá KSS í Klaksvík, Falkur hevur verið har norðuri í góðar 8 vikur, hann sær út sum nýggjur, nú hann er afturkomin.

Rankin og Falkur gera klárt til nýggjan, teir loysa seinni í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder