Vinna

RAN kemur av Flemmish Cap

...

2019-01-02 09:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Frystitrolarin RAN kemur fyrrapartin í dag á Havnina, teir hava verið á Flemish Cap, har teir áttu eina toskakvotu uppá 450 tons í rundum, tað hava teir fiskað nú teir koma heim.

RAN skal landa í morgin. 

Tá ið liðugt er at landa, og teir hava riggað til nýggjan túr, tá verður farið aftur á Flemish Cap, men tá skulu teir fiska svartkalva.

Skipari á RAN er Espen Poulsen út Havn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder