Vinna

RAN kemur á Havnina í morgin við fullari last

...

2018-03-03 16:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Frystitrolarin RAN kemur á Havnina sunnudagin við fullari last av svartkalva og kongafiski, sum teir hava fiskað á Flemish Cap og búrfiski, sum teir hava fiskað á Atlantshavsrygginum, tilsamans hava teir 400 tons, 30 tons av búrfiski og 370 av svartkalva og kongafiski, har størra helvtin er svartkalvi.

RAN hevur roynt á Flemish Cap, teir hava havt góðan fiskiskap.

22 mans eru við RAN, skipari er Heri Poulsen úr Havn.

RAN fór úr Føroyum 7. januar, 

Veiðan verður landað í Føroyum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder