Mánakvøldið tann 21. april kl. 2330 fekk løgreglan fráboðan um eitt rán, sum var farið fram uttanfyri Bank Nordic á Húsagøtu í Tórshavn.
Eitt starvsfólk úr SMS var á veg í bankan við kassainnihaldinum, tá tveir
persónar í masku, løgdu á hana.
Tey komu til hendurs, men starvsfólkið fekk vart so mikið fyri seg, at
maskeraðu persónarnir bert fingu ein part av pengunum við sær. Eftur hettar
flýddu persónarnir móti Tinghúsvegnum.
Í samband við ránið, sóknast løgreglan eftir einum svørtum BANK
NORDIC pengalumma, ið kann vera tveittur burtur.
Maskurnar, ið nýttar vóru, høvdu "deyðninga høvd".
Maskurnar eru ikki funnar enn.
Málið verður nú kannað, og vil løgreglan fegin hoyra frá
fólki, sum kunnu hava sæð og ella hoyrt eitt hvørt í samband við
hendingina.
Vinarliga ring til vaktleiðaran á tlf. 351448
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald