Vinna

Ráðstevna um landbúnað

...

2014-01-09 05:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

í ??sáskúlanum í Klaksvík, leygardagin 11. januar 2014

Hvussu síggja landsins mynduleikar framtíðarmenning innan landbúnað við serligum atliti til seyðahald, jarðarbrúk, mjólkaframleiðslu vm. í Føroyum. Einskiljing, nýggj matvørulóggáva og aðrar avbjóðingar innan vinnuna.

Búnaðarstovan kemur at greiða frá um tær ymisku uppgávurnar hjá stovninum og framtíðar avbjóðingar. Somuleiðis kemur Búnaðarstovan at greiða frá um viðkomandi Lóggávu.

Bóndafelagið og ??ðalsfelagið greiða frá um teirra virksemi og leiklut innan føroyskan landbúnað og um hvussu limir tess meta um framtíðarútlitini.

Serkøn kunning um seyðahald og hagabit, umframt jarðarbrúk og hvørjir framleiðslumøguleikar eru innan landbúnað í Føroyum.

Djóralækni greiðir frá um sníkar, bruna og aðrarsjúkur hjá seyði í Føroyum (ridluskriðið) og um handfaring, fyribyrging/koppseting vm.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan greiðir frá um slátur og reinføri, løggildingar vm. umframt nærri kunning um ætlaðu matvørulógina, sum skal íverksetast í 2015.

Hagstovan greiðir nærri frá um innflutning av landbúnaðarvørum, sum vit evt. kundu framleitt í Føroyum.

Ferðaráð Føroya greiðir frá møguleikum, at samstarv er millum landbúnað og ferðavinnu. Upplivingar og matur vm.

Nakrir bóndir koma at kunna um sítt verandi virksemi, um neytahald, seyðahald, røkt, slátur vm. og um hvussu teir síggja framtíðarmøguleikarnir innan hesa vinnu. Somuleiðs kemur innlegg um úrtøku av ull vm.

Endaliga verður tað fyriskipaður ein pallborðsfundur, har møguleiki er hjá luttakaraum, at seta spurningar og annars verða við til at menna eitt konstruktivt kjak um framtíðar landbúnað í Føroyum.

Ráðstevnan verður fíggja við stuðlum og luttøkugjaldið er kr. 250,00 fyri hvønn luttakara.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder