Mirja og Marius i Spaniastovu
Konsert verður í Spaniastovu leygarkvøldið 21.apríl við finsku Mirja Klippel, sum í 2016 varð kosin "Songwriter of the year" á DMA - Danish Music Awards Folk.
Marius Ziska kemur byrja konsertina og spæla nøkur av síni best kendu løgum. Atg.m. eru til keyps á www.atgongumerki.fo og í Leikalund.
Mirja syngur um kærleika, kríggj og longsul. Um skógir, vøtn og djór. Hon syngur um lívið sum reikfólk, um samhuga og tað at ongantíð rættiliga hoyra heima nakrastaðni. Orð hennara eru ein røð av sterkum kenslum, sum bresta, tá hannara djúpa langtandi rødd og spanski gittari renna saman við falsettini hjá Alex Jønsson og hansara livandi el-gittarspæli.
Við tónleikinum sum heimstað og heimin í bakgarðinum, hevur Mirja seinastu árini verið á konsertferð í m.a. Týsklandi, Grønlandi, Danmark, Finnlandi, Svøríki og Sveis.
Um Mirja
Í 2014 varð Mirja liðug á Sibelius Akademinum í Finnlandi og á háskúlanum fyri drama og tónleik í Stokkhólmi. Hon spælir á fleiri ljóðføri eitt nú klaver, gittar og trummu.
Mirja er við á fleiri útgávum, m.a. hjá ???I think you're awesome???, Kristina Issa, Duo Kämmi og síni fyrstu soloútgávu "Lift your lion", sum kom út í 2016. Hennara útgáva gjørdi at hon sama árið varð kosin at vera "Songwriter of the year" við Danish Music Awards Folk, umframt at hon var í uppskoti til virðisløn fyri "Best New Folk Act".
MARIUS
Vælumtókti føroyski sangarin og sangskrivarin Marius Ziska, sum gevur nýggja fløgu út í næstum, byrjar konsertina við nøkrum løgum.
Konsertin er komin í lag í samband við norðurlendku tónleikaverkætlanina PULS.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald