
Tað er alneyðugt at fáa ein bústaðarpakka, sum javnsetir alment og privat virksemi á bústaðarmarknaðinum, tí tá verður veruligur gróðrarbotnur fyri dynamikki á hesum marknaði. Tað vil gagna familjum, sum í dag hava trupult at seta búgv
Politiska kjakið um bústaðarpakkan ber tíverri brá av, at politikarar møguliga ætla at halda fram at fjálga um almenna bústaðarfelagið Bústaðir, ið skal hava sersømdir, meðan privat feløg, sum hava áhuga í leigubústøðum skulu hava verri kor. Um hesin bústaðarpakki verður veruleiki, so fær hann eina køvandi ávirkan á ein marknað, har vit hava stóran tørv á dynamikki og nýhugsan, sum kann gagna nógvum familjum.
Einhvør marknaður virkar best, tá frí kapping er millum partarnar á marknaðinum. Men frí kapping valdar tíverri ikki á leigubústaðarmarknaðinum í Føroyum í dag.
Tað er staðfest, at almenna felagið Bústaðir hevur munandi betri karmar at virka undir enn tilsvarandi vinnulig útleigufeløg. Bæði tá talan er um møguleikan hjá Bústøðum at keypa bílig kommunal grundøkir ella at keypa bygningar fyri óvanliga lágar upphæddir frá kommunum. Harumframt hava Bústaðir sersømdir við almennum kapitali, bíligum fíggingarmøguleikum og óvanliga lágum kravi um renting av eginogn. Alt hetta hevur við sær, at Bústaðir hava munandi betri sømdir enn tilsvarandi vinnulig feløg, sum eisini ynskja at virka innan bústaðarbygging og útleigan.
Landstýriskvinnan í fíggjarmálum, Kristina Háfoss, hevur í síðstu viku boðað frá, at samgongan í næstum vil leggja fyri løgtingið fleiri uppskot um ein nýggjan ???bústaðarpakka???. Vit eru mong sum bíða í spenningi eftir, hvat hesin nýggi bústaðarpakkin hevur at bjóða føroyingum. Fyrsta uppskotið at hækkað skattafríu inntøkuna hjá privatum upp í 150.000 krónur fer neyvan at merkja, at privatfólk fara at byggja munandi fleiri leigubústaðir. Veruliga avbjóðingin er hvussu politiska skipanin kann skunda undir, at eitt størri tal av íbúðum verða bygdar av øðrum aktørum enn Bústøðum, sum allíkavæl ikki klárar at nøkta allan framtíðar tørv á bygging av leiguíbúðum í Føroyum.
Tað er tí Ikki líka mikið, hvør loysn verður vald í komandi búskaparpakkanum. Vónandi velja okkara politikarar ikki eina loysn, har almenna bústaðarfelagið Bústaðir aftur fær fyrimunir og sersømdir framum privat vinnulig feløg.
Nei, latið nú privatu vinnuna fáa javnbjóðis treytir í kappingini við almenna bústaðarfelagið Bústaðir! Onki er at missa við at geva vinnuni somu treytir sum Bústaðir.
Tvørturímóti, um privata vinnan fær somu sømdir sum Bústaðir, er eingin ivi í, at vit í framtíðini fara at síggja ein vaksandi íløguáhuga í leigubústaðarbygging frá vinnuni. Hetta vil gagna føroyska samfelagnum, men hetta vil fyrst og fremst tæna teimum familjum, sum í dag tíverri lítlan ella ongan møguleika hava at fáa sær ein hóskandi bústað.
Birgir Nielsen, búskaparfrøðingur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald