
Í gjár skrivaðu vit um svartkjaftaprísin í Danmark og í Føroyum:
Annars rópa fiskimenn "Hurra" fyri fiskivinnunýskipanini, prísurin á svartkjafti landaður í Føroyum er kr. 1.65 fyri kilo og í Danmark er prísurin kr. 2,05 fyri kilo - t.v.s. at um teir sluppu at landa 2.000 tons í Danmark, so fingu teir kr. 4,1 millión, men í Føroyum hevur sama nøgd eitt virðið uppá kr. 3,2 milliónir.
Gjørt varð vart við, at tað var ikki heilt rætt sum vit skrivaðu. Vit hava tí kannað prísirnar betri og eru komin til, at t.d. norsk skip, sum landa í Danmark fáa áleið sama prís, sum føroysk skip fáa, sum landa í Føroyum. Norsku skipini fingu í gjár NOK 2,15, sum gevur DKR 1,67 so tað er áleið tað sama, sum føroysk skip fáa í Føroyum, her fáa føroysk skip FKR 1,65.
Men donsk skip fáa betri prís enn onnur, sum landa í Danmark, tey fáa DKR 2,00 og beint undir tí, tað hava vit fingið at vita frá góðum keldum í morgun.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald